Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Grind verður nú hildin til

Oliver Joensen

Tað gekst væl at fáa grindina til høldar. Drápið er komið væl áleiðis, sýslumaðurin metir grindina vera einar 100 hvalir ella gott tað. Ein bólkur av springarum var eisini uppi í, men tann bólkurin er farin út aftur í havið.

Grindin er nú komin inn áraka tunelmunnan í Hvannasundi

Karl Johansen, sýslumaður sigur, at einir 20 bátar eru hjá grindini, teir hava ikki koyrt á grindina, tí hon gongur ógvuliga spjødd, men tað gongur spakuliga móti drepningi.

—-

Meira nýtt frá grindini, nú er hon komin á Leitið

Hans Pauli Purkhús sigur, at teir nú rendu seg í aliringarnir, men vit liggja við hetta stóra fóðurskipið og grindin sýnist at vera góð at fáast við. Gongst sum hevur, so verður grindin til dráps innanfyri hálvan tíma ella so.

Nýtt frá grindini!!!

Hans Pauli sigur, at grindin sýnist at vera góð at fáast við, vit liggja nú her ímillum Múlan og bygdina á Viðareiði, innanfyri streym og veðrið er av tí aller fagrasta, ongin vindur og púra slætt. Vit og Elmar hava bara ligið uttanfyri grindina, hava enn ikki roynt at rikið hana saman, men júst nú eru onkrir speedbáta komnir afturat onkrum.  – Jú, eg haldi at her er nakað av grind, sigur Hans Pauli Purkhús.

—-

Grindaboð

Grind funnin norðanfyri. Sagt verður at tað er hampuliga stór grind. Hans Pauli Purkhús við bátinum “Kunoyarnes” hevur funnið og liggur hjá grindini, umleið hálvan fjórðing úr Kunoynni.. Ætlanin er at halda til norðanfyri byrgingina í Hvannasundi.

Harleyfacadeacryl