Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Grindaboð eystur úr Nólsoynni

John William Joensen

Nakrir bátar liggja í løtuni hjá eini grind sum er umleið hálvan fjóðring eystur úr Stongini

Í løtuni eru fáir bátar hjá grindini og tað er sera tvassut á leiðini har grindin er.
Frá sýslumansskrivstovuni verður sagt at talan nokk er um fleiri bólkar tí teir hava hava samband við Brimil sum liggur umleið ein hálvan fjóðring í ein landsynning úr Eystnesi. Har var eisini grind men í løtuni rekur norður og um hálvannan tíma fer at reka suður.
– Teir á Brimli siga at eisini har er tvassugt í sjónum og vóru nokk noyddir at ríma frá grindini um ein lítla løtu.