Jens H. Jensen er sýslumaður í Eysturoynni og Norðoyggjum. Hann hevði kallað inn til grindaformansfund saman við grindaformonnunum og borgarstjóranum í býráðshølunum
Tá eg var settur sum sýslumaður setti eg mær fyri at vitjað allar grindavágirnar og tosa við allar grindaformenninar og geva teimum kortið, tá teir eru uppnevndir. Og so eisini at tosa við kommunuumsitingarnar at hjálpa til við skrivaraarbeiði í mun til grindabýti v.m., upplýsir Jens fyri okkum.
Vit royna nú at samskipa hetta saman við kommununum. Tað er eisini sjálvdan, at vit hittast at tosa saman, so tað er fínt at hava ein fund í friðartíð at tosa um leyst og fast, sigur Jens
Á myndini síggjast frá vinstru John Syderbø, vinnu- og mentanarstjóri, Jógvan Ziska Dahl, Louis Juliusson, Karl Johansen, borgarstjóri, Jóhannes á Forunum, Jaspur Isaksen og Jens H. Jensen, sýslumaður. Dan Hjelm og Óla Karl Olsen eru ikki við á myndini.



