Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Groft innbrot í Havn

politi

Í nátt kl. 03:28 fekk politiið fráboðan um eitt innbrot í handlinum hjá Niels L. Arge á Kongabrúnni í Havn. Tá politiið kom á staðið bleiv staðfest, at tann eini rúturin var knústur við, at skotið var ígjøgnum rútin við eini høglbyrsu.

Í nátt kl. 03:28 fekk politiið fráboðan um eitt innbrot í handlinum hjá Niels L. Arge á Kongabrúnni í Havn. Tá politiið kom á staðið bleiv staðfest, at tann eini rúturin var knústur við, at skotið var ígjøgnum rútin við eini høglbyrsu. Eisini bleiv ein lektahamari funnin á staðnum. 4 hálsketur av sama slagið, sum vístar á myndini, eru stolnar. Keturnar hava eitt samlað virðið uppá 5045,- kr. Vit vilja fegin hava hjálp frá borgarunum og heita tí á fólk, um et seta seg í samband við okkum á tlf. 351448, um tit hava sæð, hoyrt ella verið í umráðnum hetta tíðarbilið. Ein borgari hevur boðað politinum frá, at eitt skot hoyrdist í nátt kl. 02:22, so alt bendir á, at innbrotið er framt um hetta mundið.