Teir hava roynt við gørnum á Føroya Banka
Í góðveðrinum í morgun lá Gudrun og landaði til NFCS. Teir hava verið á Føroya Banka og lagið var gott. Teir hava neyvt 12.000 pund av havtasku.
Hon er slímut og tað gevur góðan prís sigur Jógvan Sofus Vilhelmsen
Harumframt vóru 500 pund av toski 1, stórum bankatoski.




