Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Gull, silvur og bronsu við heim úr Danmark

Jóhann Lützen

Í vikuskiftinum hevur landsliðshópurin í badminton luttikið í kapping í Højbjerg, ið liggur stutt uttanfyri Århus. Kappingin var á A og B-stig og skipað í innleiðandi puljum í bæði einmansleiki, tvímansleiki og blandaðum tvímansleiki. Tí fingu teir 15 leikararnir úr Føroyum eisini nógvar dystir í part.

Í blandaðum tvímansleiki vunnu leikarar okkara fleiri heiðursmerkir, meðan tey eisini fingu fleiri spennandi dystir í einmansleiki og tvímansleiki. Í B-bólkinum vóru tvey føroysk pør í finaluni, har Hákun Sigvardsen og Sanna Thorkildshøj (gull) vunnu á Rúni M. Simonsen og Johonnu Højsted (silvur). Í A-bólkinum vunnu Magnus Dal-Christiansen og Mia Thorkildshøj bronsu, meðan Rúni Øster og Miriam Í Grótinum vunnu gull í eini tættari finalu í 3 settum ímóti donskum pari.

Landsliðshópurin fór til Danmarkar fyri at fáa góða kappingarvenjing og kom heim aftur við fleiri heiðursmerkjum. Vant verður fram ímóti altjóða kappingum til várs og Føroyaleikirnar komandi summar.