KÍ venjarin Haakon Lunov vitjar í Skotinum í kvøld har verturin Jóan Pauli Jacobsen tekur ímóti við næskum spurningum
KÍ fekk eina flúgvandi byrjan við 6-0 stórsigri á ÍF ígjár. Fleiri ungir lokalir leikarar vístu sínar dygdir og KÍ fjepparar fóru frá dystinum í sera jaligum huglagi.
ÍF verður av mongum mett at verða ein av kandidatunum, at flyta niður, so KÍ liðið var ikki sett undir nevnivert trýst. Tað trýsti fer ivaleyst at koma næsta vikuskifti, tá KÍ vitjar B36 í Gundadali móti B36.
Haakon hevur m.a. arbeitt í venjaraumhvørvinum hjá bæði Everton og Celtic. Hetta verður umrøtt í kvøld.
Fleiri hava sóknast eftir størri breidd í hópinum. Vit spyrja um nýggir leikarar eru á veg nú og seinni í summar.
Hoyr Skotið beinleiðis í kvøld kl. 19.30.


