Häcken liggur í løtuni nummar tvey í bestu svensku deildini, og spældi í dag móti Vaernamo, sum nú liggur nummar 11 av 16 liðum í deildini.
Komandi mikudag skal KÍ leika spennandi dyst í Klaksvík, móti meistarunum úr Allsvenskan, Häcken.
Teir hava verið sannførandi í ár, men í dag tapti teir dystin, móti einum av botnliðunum í bestu svensku deildini.
1 mál kom í dystinum, og var tað Vaernamo, ið skoraði einsamalla málið, í tíðini dómarin hevði lagt afturat.
Hóast Vaernamo hevði bóltin meiri gjøgnum allan dystin, so var tað Häcken, ið hevði flest skot á mál og við síðunarav málinum.


