Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Hægri valluttøka í Klaksvík kl. 14.00

Jákup Ósá

Vit hava hagtølini frá kl. 14.00.

3825 fólk hava valrætt í Klaksvík ímun til 3805 í 2022. 237 brævatkvøður eru hesaferð ímun til 115 til fólkatingsvalið í 2022.

Kl. 14.00 høvdu 752 fólk valt, ið svarar til 19,7 %. Í 2022 høvdu 655 fólk valt kl. 14.00, ið svaraði til 16,7 %.

Veðrið í Klaksvík hevur ikki verið av tí besta í dag, tí fitt av vindi hevur verið. Tí eru ábendingar um, at tað helst verða nakað fleiri atkvøður í Klaksvík hesaferð ímun til 2022. Í 2022 var vallutøkan 70,9 %.