Karlamagnus, sum er á veg inn við 30.000 pundum av upsa eftir fýra daga roynd, bleiv órógvaður av hálendingum umborð a einum skipi úr Belease, ið skjeyt seismikk á Føroya Banka.
Vit høvdu ein sera góðan dag á Føroya Banka. Vit fingu 16.000 pund, fyrsta dagin har. Men morgunin eftir, segði náttarvaktin hjá mær frá, at ein stórur bátur við núgvum aktivum bummum, hevði siglt rundan um okkum um náttina.
Hendan dagin drupu vit ikki livandi, vit fingu bert 1000 pund av upsa. Tá skipið kom framvið okkum hendan dagin, kallaði eg á hann og spurdi hvat hann gjørdi. Jú, teir skutu seismikk, søgdu teir, og høvdu weirar 700 metrar afturút, eisini søgdu teir, at tað var prógvað at seismikkurin órógvaði ikki fiskin.
Teir spurdu so meg, um eg hevði varnast nakað vrak her á Føroya Banka, tí teir leitaðu eftir einum skipi, ið var sokki her undir krígnum. Hetta skipið skuldi vera fult av kopari og tini. Men eg vitsti onki at siga teimum um hetta vrakið, segði Magnus Johannesen í telefonini fyri løtu síðani.
Víðari segði hann, sum sagt, so fingu vit ikki fyri lúsasalvu eftir at teir høvdu skotið rundan um okkum, og vit fluttu so á Billy Baily banka og hava bjargað okkum túrinum har. Vit landa á Klaksvík ímorgin kl. 08.




