Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hallur Jacobsen og Helgi Olsen fingu viðurkenning og tøkk

nes.fo

Trettandakvøld varð skipað fyri hugnaløtu í Bygdarhúsinum á Strondum fyri sløkkiliðsfólkunum í Skálafjarðar Sløkkiliði.


Í hesum sambandi vórðu Hallur Jacobsen, búsitandi í Oyndarfirði, og Helgi Olsen úr Rituvík, heiðraðir.

Hallur Jacobsen hevur verið virkin í mong ár, men hevur nú valt at gevast. Helgi Olsen hevur verið í sløkkiliðnum í 25 ár.

 

 

Sunleiv Højgaard, tilbúgvingarleiðari, bar fram takkarkvøðu til teirra fyri trúgva og drúgva tænastu, meðan Súni í Hjøllum, formaður í stýrinum, handaði gávur og blómur.

Nes-, Runavíkar- og Sjóvar kommuna varða av Skálafjarðar Sløkkiliði. Fjórða hvørt ár, eftir at kommuval hevur verið, verður stýrið fyri sløkkiliðið valt.

Í stýrinum sita hesa setuna:

  • Súni í Hjøllum, borgarstjóri í Nes kommunu, formaður
  • Artur Johansen, borgarstjóri í Sjóvar kommunu, næstformaður
  • Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu
  • Terje B. Vestegaard, býráðslimur í Runavíkar kommunu
  • Pauli Poulsen, býráðslimur í Runavíkar kommunu
  • Hans L. Djurhuus, Klaksvík, umboðar Fútaembætið
  • Sunleiv Højgaard, tilbúgvingarleiðari, Runavík
  • Vilhelm M. Olsen, varaleiðari, Skála