Ættin í dag og fyrrapartin í morgin er landsynningur. Tað er luft í Eysturevropa sum kemur seg hendanveg og trokar luft úr miðjum Atlantshavi burtur. Har hesar luftnøgdir møtast, regnar.
Veðurstøðirnar hjá Landsverki siga frá vindi upp í 15 m/s. Hetta er miðalvindur. Men, sum við øllum ættum, so er ójavnt at lesa vindferðina. Við Tjørnuvíkarvegin eru bert 2 m/s.
Rákið er úr landsynningi, miðalvindferðin fyri alt landi er 10 til 15 m/s. Tað er skýggjað allastaðni og regn í støðum. Hitin liggur um 7 til 8 stig.
Soleiðis fer at vera allan seinnapartin í dag. Í kvøld er ætlandi turt um alt landið og glottar upp ímillum skýggini.
Um middagsleitið í morgin fer ættin niður ímóti suðuri, og ælaveðrið kemur aftur. Vindferðin í morgin fer at liggja um 8 til 12 m/s, veksandi um kvøldið; á midnátt eru 13 til 18 m/s.



