Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Hann melur í dag

Hanus Kjølbro

Ættin er skiftandi í dag. Eitt veikt lágtrýst er beint vestan fyri okkum. Vindferðin kring miðjuna er ikki stór, men tá ið tað er so nær, liggur ættin ikki leingi.

Í morgun hevur verið høg vesturætt, og sum dagurin gongur, fer ættin at flyta seg niður í landsynning seinnapartin, sunnan og útstynning tíðliga í kvøld og so aftur suðurætt seint í kvøld.

Vindferðin er skjótari at skriva um: um 5 m/s allan dag og í kvøld.

Tað er skýggja í morgun – í nógvum støðum er mjørki. Sum ættin flytur seg, fer mjørkin burtur onkrasteðs og tekur seg upp onkra aðrasteðs.

Seinnapartin verða færri skýggj á luftini (har sum tey síggjast); seint í kvøld aftur meiri skýggj.

Tað er turt í dag – tó okkurt æl í støðum tíðliga seinnapartin. Annars er turt til nakað eftir midnátt. Í nátt fer at regna eina góða løtu.

Hitin í dag fer at liggja um tey 10 stigini – vætan í luftini ger, at lotið kennist bert 7 stig.