Á samkomu í Norðoya Sparikassa ídag, vóru tey mong, ið nýttu høvið við almennu móttøkuna, sum Sparikassin hevði fyriskipað, at siga farvæl og takk fyri mong góð ár, við Hannu Mørkøre.
Hanna er dóttir til Sámal Petersen, ið fyri okkum, sum eru komin nakað til árs, var skúlalærarin. Men aftanfyri hann var sjálvandi Turid kona hansara.
Hetta verður bert ein tøkk til Hannu, sum altíð dugdi at fara væl um okkum, sum tíðum vitjaðu í Norðoya Sparikassa. Eitt ættarskiftið er farið fram, nú Hanna Mørkøre sigur farvæl til trúgvu tænasu sína á arbeiðisplássi sínum. Tað er onki at ivast í, at vit eru mong sum halda at Sparikassin hevur mist meira fyri minni nú Hanna hevur valt at siga seg úr starvi.
Men gamalt er at "maður kemur í manns stað" og tað kann bert komandi tíðin fara at vísa okkum. Vit, sum eru komin nakað til árs kunnu bert vóna at yngra ættarliðið megnar at vísa sama áræði, sum tey , ið undan gingu vístu.
Góða eydnu við framtíðini og takk fyri samstarvstíðina.
Oliver




