Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Hans á Bakka nógv at gera

Dávur Winther. Myndir: Dávur Winther

Alla síðstu viku hevur Hans á Bakka, tøkubáturin hjá Bakkafrost, ligið á Pollinum í Klaksvík, undir Kunoyarnesi og tikið laks.

Talan er um 17 mánaðar gamlan laks, sum vigar um 6,5 Kg í miðal. Allur laksurin verður nú tikin – ein 8.500 tons og verður tøkan liðug um eini seks vikur.

Síðani liggur hetta aliøkið stilt í tveir mánaðar, til nýggjur laksur verður settur út.

Hans á Bakka hevur verið ein hentur bátur, sum hevur skipað eina meira regluliga tilgongd av rávøru til virkið. Hann tekur 300 tons av laksi – og ger ein túr um dagin.

 

Harleywoodpaint