Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hanus G. & Jógvan Andrias í Tøting

Grót

Leygarkvøldið 7. desember kl. 21.00, verður sera áhugavert konsert í Tøting í Syðrugøtu.

Leygarkvøldið 7. desember kl. 21.00, verður sera áhugavert konsert í Tøting í Syðrugøtu.

Vinmennirnir Hanus G. Johansen og Jógvan Andrias Joensen, spældu eina minniliga konsert í Losjuni við Gøtugjógv fyri mongum árum síðani, stutt eftir at Tónleikasamtakið Grót hevði sæð dagsins ljós. Tí er tað okkum ein serligur heiður, aftur at kunna bjóða teimum báðum Hanusi og Jógvan Andriasi á pall hjá okkum, nú í gamla spinnaríinum, Tøting í Syðrugøtu, har alt virksemi hjá Grót er í dag.

Tær báðar legendirnar úr Klaksvík, koma at framføra hvør sær og saman løg hjá hvør øðrum.

Teir báðir hittust á vísulinjuni á Norðurlendska háskúlanum í Kungalv í 1987. Síðani hava teir havt “samanog-hvør sær-konsertir” í S, DK, N og Føroyum.

Vit eru í jólahýri, og borðreiða vit tí við holukøkum og brendum mandlum.

Kostnaður:

Limir í Grót 100 kr.

Tey ið ikki eru limir gjalda 150 kr.