Um fýra-fimm tíðina í dag setti Gadus kós ímóti fiskimiðunum í norskum sjógvi. Væl av ættarfólki hjá teimum 42, ið fóru við Gadus á hesum fyrsta túrinum hjá skipinum, vóru møtt upp at biðja farvæl. Hanus Hansen segði okkum við fráfaringarløtuna í Ánunum, at í dag vóru 42 mans umborð, nú skipið fór í norskan sjógv at royna, men ætlanin er, tá teir hava roynt skipið og manningin er komin at kenna mannagongdirnar, at umleið 32 m,ans fara at sigla við skipinum hvønn túrin.
Ein partur av manningini, sum er við í dag, verður bert umleið 15 dagar umborð og kemur so heim aftur úr Noregi við flogfari.
Tá vit tosaðu umborð við ein av manningini, varð sagt okkum, at teir tá vóru staddir suður úr Skorini, har teir høvdu brandroynd, og at alt gekk væl umborð og bóðu okkum heilsa heima.




























































