Klaksvíkingurin Hanus G. Johansen fer fyri fyrstu ferð í langa tíð at spæla aftur í Klaksvík. Tað fer hann at gera á Summar Festivalinum, sum verður hildin mitt í august mánaði
Hanus G. Johansen er helst fremsti føroyski vísusangarin, og hann hevur síðani hann var unglingi spælt og sungið fyri fólki.
Fyrstu árini var tað meira á gøtunum í Klaksvík at hann spældi, og har mátti hann við hvørt taka gittaran á nakkan og flýggja undan løgregluni, sum helt, at hann órógvaði friðin, men seinnu árini hevur hann bæði spælt til fínastu mentanartiltøk, til størri og smærri konsertir og festivalar.
Hanus G. Johansen dugir at fáa eina og hvørja áhoyrarafjøld at lurta eftir sær. Hann kann taka eina ørgrynnu av ymiskum sangum, og hann finnur altíð fram til kjarnina í einum tiltaki, so hann kann leggja nakað afturat tí – undirhalda og bergtaka.
Eina og í bólki
Hanus Gærdum Johansen vaks upp í Klaksvík, og hann var virkin í tónleikalívinum í Klaksvík í nógv ár. Hann spældi við í onkrum tónleikabólkum, og hann sang og spældi eisini sjálvur.
Tá ið Frændur fyrstu ferð fóru í studio í 1984 var Hanus Johansen við í bólkinum. Tað kom væl við hjá hinum sangarunum og tónleikarunum í bólkinum, at Hanus var við, tí hann hevð roynt studio áður, og einki kundi taka hann av fótum.
Hanus var við til at seta dám av fyrstu og aðru útgávuna hjá Frændum, og hann er millum annað at hoyra á sangum sum Hundurin Brúni og Friðarsangur.
Hanus hevur seinni árini eisini spælt nógv við einum øðrum bólki, og tað hevur verið eitt heilt annað slag av tónleiki. Hanus og Aldubáran góvu eina fløgu út, og samstarvið hevur eisini rokkið inn í Norðurlandahúsið og á aðrar føroyskar pallar.
Hanus er eitt av okkara størstu tónleikabegávilsum, og hann hevur verið framúr sum tulkari og tónasmiður. Men tá ið alt kemur til alt, so er Hanus helst allarbest sum Hanus – við einum gittara um hálsin á einum palli.
Og tað verður hann aftur í Klaksvík leygarkvøldið 14. august.




