høvdu ortudoksu – tíðirnarmenn; lætt við at siga:” Embætis orð”. Men tað er ein vannlukkulig forskjóting.
Tilsvarðandi hevur alt svermaríð lætt við at hugsa, at tað er talarins andsfylta persónligheit sum gevur orðinum auturitet :” Orið blívur talarins andsfylta orð”. Hetta er minst líka ólukkuligt. Bæði tann ortodoxa og svermariska uppfatanin er ein forskjóting , báðar skugga fyri orðinum- tann eina við sínum embæti , hin við síni fromheit og andaligheit.
Tað er og verður orið sjálvt sum skal lýsað. Tað er í orðinum autoriteturin liggur og ikki í nøkrum embæti ella persóni ( so langt prof. K.Wisløff) Tað er mær fortalt, at tá íð Wisløff lá til tað seinasta var ein tíðindarmaður sloppin inn til legu hansara við spurninginum: hvat verður tað fyrsta tú fert at spyrja Gud um við heimkomini, sum tú hevur tala so nógv um, svar:” tá havið eg ikki fleiri spurningar”. Hesin Wisløff var mín kristnilærari á bíbilskúla í fimtiárunum í Oslo. Minnist væl ein tíma,vit vóru um 40 næmingar, har øll kjakaðust um hvussi man bleiv og átti at vera sum ein kristin. Wistløff lat tíman ganga, men hevði biði um, at sleppa at enda løtuna og segði tá:”Guds vilje med dit liv,bliver først en virkelighed i mødet med din næste”.
Eg hitti ein perrsón fyri langt síðan, íð kendi og visti um ungan mann, sum tað sá út at vera misseyðna fyri at náða sít mál, og helt vera ov seint at byrja av nýggjum, at seta stigan, uppaftur, hann hevði av fyrstum sett hann móti hægsta torni og fann ov seint útav tá avtornaði, at kósin tá hann náddi upp hevði verið skeiv, og langt var niður og ikki bar til at byrja av nýggjum. Minduleikin í orði Guds er og verður seinasta orið í øllum leikum, og so var hjá hesum unga manni. Tveir frammstandandi vinir fóru sær ein kvøldtúr í stór býði, annar beyð hinum líka at kikka inn her, sum beint tá var enda ein talvkappin, og vinnari kosin, vinurin var rættuliga talvkønur, hann fylgdi eftir, løtu seinri rópar hann á sín vin og bað hann koma har hin stóð og skoaði endatalvið. Her er ein leikur eftir at flytað og tit hava kosi ein vinnara sigur vinurin- hvussi tá.
So leingi leikur ferð fram kunnu rættingar møguliga eisini fara fram. Nógv umrøddi maðurin fyri tíðina, situr við ræði í Ruslandi og er samtíðis við at víkka landa økið sítt. Heldur ivaleyst seg sjálvan og ongan annan hava seinasta orið. Og hóttir við nýtslu av atom vápnum. Óttin av fylginum er ikki til at hugsa um, fyllir allan heim. Bíblian er Orð Guds og als ikki, sum ein teologur alment royndi at rættleiða ein leikmann, sum helt uppá at hon er orð Guds, hin breyt hann av og segði hon er bert orð um Gud. Hvar spyrja vit er mynduleikin í orið Harrans, nær verður endin t.d. Kann henda andlit okkara eins og hjá øðrum fara at blikna enn meir àrenn, nú tíðindi eru farin at ganga um minduleika í m.a. elli gomlum orðum skaparans frá profetunum, um at landi Ísrael fyri kortum fann stórvegis nøgdir av gassi tætt við strondina, og fjølmiðil í týsklandi allareiða skuldi hava borið tíðindi um, at fremsti mynduleikið har visti at siga teir høvdu spurgt í Jødalandi og fyngi positivt svar um levering av gass, nú russar eru við at steðga. Annars ganga tíðindi um, at Ísrael skal arbeiða við tankanum um gasssambandi til onnur í Europa, er hetta eftirfarandi, samtíðis sum Rusland ferð á húsagang vegna missin av gass og oljusøluni. Skal mannaættin sálast av ótta fyri skuggunum av komandi Hendingum? Torførur spurningur. Hann við mynduleikanum, og allar helst eisini við seinasta orðinum, biður okkum øll við sínum orið:” um ikki at óttast óansæð”. Og lovar at vera við okkum mær og tær.
Meg imponerar at í orið Guds kann eg lesa, heldur møta eini bjørn í mist hevur ungar sínar enn einum bíttlingi. Sjálvandi ger hóttanin frá stórveldinum okkum ilt, men vit eiga ikki at vænta tað illa, men gleðast um afturkomu Harrans hvørs spor íð vera enn sjónligari í sandinum enn hóttanin í hongur yvir okkum eftirletur sær.
Jóhannes M.Olsen.



