Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Háskúlin á vitjan á Nólsoyar Pálsgarðinum

Dávur Winther Myndir: Dávur Winther

Tá ið vit komu framvið Nólsoyar Pálsgarðinum í gjár, stóð ein stórur bussur uttanfyri, so forvitnið dreiv meg inn.

Tá var talan um eitt pensjónistaskeið á Føroya Fólkaháskúla, sum var á námsferð í Norðoyggjum í dag. Áðrenn leiðin lá aftur til Tórshavnar, høvdu tey steðgað á í Christianskirkjuni og nú stukku inn á gólvið á Biskupstøðgarðinum.

Tað er næstan ikki dagur, at okkurt ferðalið steðgar á her, visti Heri Ellingsgaard, nevndarlimur at siga.

Hann hevur nú eisini ætlanir um at fara á eitt slíkt pensiónistaskeið, sum í hesum føri byrjaði síðsta týsdag og er liðugt komandi sunnudag, har tey læra nógv ymiskt og eisini sleppa at síggja seg um í egnum landi.

Feðaleiðari á ferðini var í dag Hedvig Westerlund-Kapnas, stjóri.

Stjórar, sum hava verið áðrenn Hedvig Westerlund-Kapnas, ið byrjaði í sínum starvi 1. okt. 2019:

 

Annfinnur Heinesen 2014 – 2019

Rói Patursson 1988 – 2014

Thorben Johannesen 1980 – 1988

Steinbjørn B. Jacobsen 1970 – 1980

Marius Johannesen 1953 – 1970

Jóhannes av Skarði 1942 – 1953

Símun av Skarði 1899 – 1942

 

Harleywoodpaint