Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Hátrýstveður í næstu viku

Hanus Kjølbro

Í vikuni, sum kemur, fer eitt hátrýst at mynda veðrið um okkara leiðir. Vanliga er gott veður í sambandi við hátrýst.

Miðjan í hátrýstinum fer úr Noregi í dag og flytur seg fyrst vestur eftir ímóti Føroyum; í morgin flytur tað seg suðureftir. Tí fer lotið at koma úr ættunum ímillum vestan og útsynning næstu dagarnar.

Í stuttum verður veðrið soleiðis næstu dagarnar, at tað verður ikki nógvur vindur, tað fer at vera turt fyri tað allarmesta og dagshitin fer at ota seg upp í 7-8 stig miðskeiðis í næstu viku.