Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Havhestur amast upp at fiskiskipum

Oliver Joensen

Mikkjal á Ryggi skrivar í Fuglabókini, sum hann gav út í 1951, at havhesturin átti fyrstu ferð í Føroyum í 1839. Síðani tá er hann nógv nørdur, og nú er hann at siga í hvørjum bergi, skrivar Mikkjal víðari í 1951. Ikki minst breiðir hann seg um onnur lond. Í Vestmannaoyum tekur hann eitt bergið fyri og annað eftir. Til Hetlands kom hann í 1878, til Orknoya 1891, Skotlands 1900, Írlands 1910 og eystureftir til Noregis í 1921, sigur Fuglabókin hjá Mikkjali.

Á útiróðri við Norðsøka, fingu vit hesar myndirnar. Línumenn hava mangan havt trupulleika av havhesti, tí hann hevur tikið agnið, ið er egnt  á húkarnar, tá so havhesturin hevur verið drigin at botni fastur á línuni, hevur hann virka sum flot, tí havhestur er sera hammikil og hevur tí stóra uppdrift í sjónum. Men hendan trupulleikan hava stóru útróðrarbátarnar loyst á tann hátt, at teir hava eitthvørt hangandi afturút á til pass longum enda, soleiðis at havhesturin ikki torir undir hesa línuna at fara eftir agninum.

Líka klossutur havhesturin er á sløttum, líka kringur er hann á flogi. Í illveðri er sera spennandi at eygleiða hann, tá hann snýr sær um aldutoppar og niður í aldudalin, tá tekur hann næstan ikki tøk við veingjunum, men sveimar hegnisliga tætt at sjónum, so tætt at tað næstan ikki sæst dagur ímillum hann og sjógvin.

Dimmi havhesturin, ið sæst á myndini, sigst koma norðanífrá úr Grønlandi og aðrastaðni.