Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Havnarbáturin ella Klaksvíkingur

Jákup Ósá

Á ólavsøku fellir avgerðin um, hvar føroyameistaraheitið 2025 hjá 10-mannaførum endar.

Eftir seks róðrar hava Havnarbáturin og Klaksvíkingur vunnið tríggjar róðrar í part og eru endaðir á 2. plássi tríggjar ferðir í part. Tað merkir, at tann sum endar frammanfyri av hesum báðum á ólavsøku vinnur FM 2025. Triði báturin er Norðingur, sum vann ólavsøkuróðurin í fjør og tí neyvan skal heilt avskrivast. Á vestanstevnu seinast vann Havnarbáturin ein greiðan sigur.

Eftir skránni rógva 10-mannaførini kl. 17.50.