Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Havnarlagið á Eiðinum í Svínoy munandi bøtt

Tekstur Dávur Winther – myndir: Ernst Vágsgarð og Landsverk

Sum kunnugt hevur Kanjon í summar bøtt munandi um havnarlagið á Eiðinum í Svínoy. Kaiin er longd við 10 metrum og eisini er gamla kaiin hækkað hálvan metur.

Ein verjugarður er nú gjørdur norðanfyri kaiina og við endan á havnarlagnum eini 1,5 m høgur.

Ikki minni enn 550 rúmmetrar av beton eru brúktir, sum er nógv á útoyggj, har ikki er so lætt at fáa tilfari til.

Dýpið við havnalagið eru um 5.20 m, sum dýpist nakað, longur út tú kemur. Tó hevur brimið lagt tveir stórar steinar niður við kaiina, men fekk Kanjon annan teirra burtur. Nú verður so roynt at fáa hin steinin burtur eisini.

Ritan hevur roynt havnalagið, uttan at hon enn er farin at sigla fast á Eiðið. Teir lata væl at, og siga at arbeiðið, sum er framt, fer at bøta munandi um.

Mikudagin í síðstu viku vóru fólk frá Landsverk og kannaðu botnin, sum sær gott út, tó at her liggur ein stórur steinur, sum verður tikin burtur, kanska sprongur ein av fyrstu døgunum.

Tað hevur viðrað sera væl í alt summar, siga teir frá Kanjon og mikudagin í síðstu viku var avbera gott veður, sum myndirnar, Ernst Vágsgarð hevur tikið frá sjónum, vísa.