Hávur tapti tepurt í finaluni leygardagin.
Bólkurin Kurvabóltsáhugaði í Føroyum skrivar soleiðis:
Hamar 2 Føroymeistari hjá monnum í Trygdkappini
Hamar vann ein sera spennandi dyst ímóti Hávur 51- 48. Liðini skiftust um at hava leiðsluna allan dystin, og tað var nær við at Hávur kundi javnað í síðsta sekundi, men Hamar hálaði akkurát sigurin heim. Steen Rói Lorenzen fekk 18 stig fyri Hamar, og Rainer Latupeirissa fekk 20 stig fyri Háv.




