Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

HB fær størsta útlendska profilin í Effodeildini 2017

Jákup Ósá

HB ætlar ikki einki nú 32 ára gamal profilur, sum m.a. hevur spælt 41 dystir í Seriu A, væntandi kemur til felagið.

Tað er ikki hissini keyp, sum HB er ígongd við at gera. Sambært in.fo, so er 32 ára gamli danski MartinBergvold tætt við at gera sáttmála við HB. Hann spælir vanligasum verjukendur miðvallarleikari. Uttan at taka nakað frá øðrumútlendskum leikarum, so er hetta helst leikarin við tí mestsannførandi CV num í Effodeildini 2017. Onkur føroysk lið havaleikarar, ið hava spælt í Danmark, men tá tosa vit sum oftast umleikarar við fáum dystum í bestu deildini ella um leikarar úrnæstbestu donsku deildini.

Nýggi HB leikarin, sum sambært in.fo væntast at blíva kunngjørdur í HB innan stutta tíð, hevur umboðað ølltey donsku U-landsliðini. Hann hevur vunnið trý meistaraheitir viðFCK, har hann árini 2002-2007 spældi 64 dystir og skoraði 6 mál.Síðani skifti hann til Livorno í Seriu A og seinni Seriu B íItalia, har hann spældi 66 dystir og skoraði 6 mál. Hann hevurspælt 41 dystir og skorað 3 mál í italsku Seriu A, har hann varinni í dystum móti leikarum sum Andrea Pirlo, Clarence Seedorf,Ronaldinho, De Rossi, Alessandro Nesta og Francesco Totti.

Seinastu árini hevur hann umboðaðVendsyssel og nú til seinast aftur Livorno, sum í fjør fluttiniður úr Seriu B.

Harleywoodpaint