HB ætlar ikki, at tað skulu ganga nógv ár til FM nr. 25 kemur í hús.
Størstu leikaraflytingarnar í vetur hava verið í HB. Fyrr í vetur skifti Mads Borchers, sum m.a. í onkrum dysti móti KÍ í fjør var sera eyðsýndur, til HB. Og í dag boðar HB frá, at 31 ára gamli landsliðsleikarin, Viljormur Davidsen, hevur gjørt trý ára sáttmála við felagið. Tað ljóðar eisini, at aðrir profilar er á veg til HB.
HB vann FM seinast í 2020.




