Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

HB hevur kært KÍ

Jóhann Lützen

HB hevur sent kæru inn til FSF um, at KÍ brúkti leikara í kappingini um løgmanssteypið frá byrjan, sum sama leikumfar spældi frá byrjan í dysti í 1.deild, skrivar bolt.fo

 

Ransin N. Djurhuus, formaður í HB, váttar fyri bolt.fo, at HB hevur sent kæru inn til FSF.  Kærufreistin er á fimm dagar og er tí ikki farin. Har vísir HB til dømi frá 2022, har B36 var dømt at tapa dyst móti B68, tí ein leikari hevði spælt tríggjar dystir sama leikumfar. Har fall revsingin í síðsta dystinum. Sí meir um tað málið HER

Tað veit bolt.fo at siga.