HB og KÍ spæla venjingardyst í Gundadali leygardagin.
Liðini bæði hava spælt fleiri venjingardystir, so helst byrjar álopsspælið at sita betri og betri, hóast ein altíð skal hava í huga um hesa tíðina, at liðini sum oftast eru mitt í einari røð av hørðum fysiskum venjingum. HB og KÍ møtast í Gundadali í 1. umfari í Betrideildini, so hetta verður ein forsmakkur uppá ta uppgerðina.
Dysturin í Gundadali leygardagin byrjar kl. 12.00.




