Tapir KÍ ikki dystin mikukvøldið, so skal nógv óvanligt henda tey síðstu umførini, um ikki KÍ skal vinna føroyameistaraheitið 2021. Hinvegin kemur spenningur aftur í meistarastríðið, um HB vinnur.
Mikukvøldið kl. 18.00 er helst mest avgerandi dysturin í toppstríðnum higartil í 2021 á skránni, tá HB tekur ímóti KÍ. Vinnur HB sínar útsettu dystir, so ‘’er’’ HB á 2. plássi, 8 stig aftanfyri KÍ.
KÍ hevur spælt 17 dystir og eftir hendan dystin hevur KÍ ein dyst eftir móti øllum liðum. Av teimum níggju dystunum eru fimm dystir móti botn 5 liðunum, og har hevur KÍ ikki verið nær við at mist stig í ár. Tí er sannlíkt, at teir fimm dystirnir geva fulla úrtøku. Síðani eru bara fýra dystir eftir, har KÍ ‘’kann’’ missa stig. Heimadystir móti NSÍ og B36, meðan útidystir eru móti HB og Víkingi. Har er áhugavert at síggja, at tríggir av hesum fýra dystum liggja tey síðstu fýra umførini.
Eftir HB-dystin mikukvøldið hevur KÍ dystir móti TB(h), NSÍ(h), B68 (ú), 07 Vestur (h) og ÍF (ú). Longu komandi sunnudag møtast Víkingur-HB, so har missir annað liðið stig. Tískil liggja nógv stig og bíða eftir KÍ umførini eftir mikukvøldið.
Ein sigur til HB skapar spenning í kappingina
Vinnur HB allar sínar dystir, ið liðið hevur eftir, so verður liðið í ringasta føri tvey stig aftanfyri KÍ. Tá skal HB bara hava hjálp í einum dysti, har KÍ skal tapa. Ein sigur til HB skapar spenning í aftur meistarastríðið, tí tá er HB við sigrum í útsettum dystum bara fimm stig aftanfyri KÍ við einum innanhýsis dysti eftir.
Men endar dysturin við javnleiki, so liggur KÍ sera væl fyri í kappingini. Vinnur KÍ so er kappingin mest sannlíkt avgjørd. Tá skal okkurt heilt óvanligt henda, um nakað annað lið skal vinna. So sigast má, at sera nógv stendur uppá spæl mikukvøldið.
HB og KÍ hava síðstu árini skift um at vunnið FM og hava hesi árini spælt tríggjar ferðir innanhýsis dystir í Gundadali. Tey hava vunnið ein dyst í part, meðan tann eini endaði við javnleiki.
2018: HB-KÍ 0-3
2019: HB-KÍ 4-1
2020: HB-KÍ 3-3
Fyrr í ár hava liðini spælt ein landskappingardyst, sum endaði 2-2 í Klaksvík. Tá var HB leikliga omaná stóran part av dystinum, men KÍ, sum kom seg síðsta partin av dystinum, javnaði í síðstu sekundunum av yvirtiðini.


