Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

HB liðskiparin: Hetta er tí ein spælir fótbólt

Jákup Ósá

Liðskiparin hjá HB, Jógvan Rói Davidsen, gleðir seg til oddabrakið í Klaksvík fríggjakvøldið. HB hevur fleiri mans tøkar í mun til seinasta dyst.

Fríggjakvøldið kl. 18.00 verður oddabrak í Klaksvík, tá nummar 1 og 2, KÍ og HB, bresta saman. HB er undan dystinum tvey stig frammanfyri KÍ. Liðskipari hjá HB er Jógvan Rói Davidsen og hann letr væl at fyrireikingunum.

– Vit eru væl fyri til dystin. Bæði eg og Bynni spældu ikki síðsta dyst vegna skaða og leikbann, men vit gera okkum klárar til komandi dyst. Sebastian Pingel verður ikki við restina av kappingarárinum vegna knæskaða, og so er Aleksandar Stankov farin, sigur hann.

 

Stuttligt við nógvum áskoðarum

Liðskiparin væntar ein spennandi dyst og gleðir seg at spæla frammanfyri stórari áskoðarafjøld.

– Ja tað er ein stórur og spennandi dystur fyri framman, hetta er júst tað, sum ger fótbóltin stuttligan og spennandi. Tað er ein góður spurningur, hvat fyri dystargongd, ið vit kunnu vænta. Tað verður ivaleyst ein spennandi og intensur dystur við nógvum nærdystum og vónandi góðum fótbóltsspælið frá báðum liðum., sigur Jógvan Rói Davidsen at enda við Norðlýsið.