HB hevur nú sett navn á nýggjan hjálparvenjara.
HB heimasíðan skrivar soleiðis:
HB hevur í dag gjørt avtalu við Símun Samuelsen, um at kviki vágbingurin verður leikandi hjálparvenjari hjá HB komandi kappingarár.
Símun hevur verið illa plágaður av skaðum seinastu árini, og tað hevur verið avmarkað við spælitíð hjá honum av somu orsøk. Hinvegin hevur hann brúkt tíð uppá venjaraútbúgving hjá FSF, og fyrr í ár tók hann prógv sum B-venjari hjá FSF.
Tað gongur framá við skaðanum hjá Símun, og vónir eru um, at hann verður klárur til dyst, tá kappingarárið 2015 verður skotið ígongd. Nú sleppur hann so umframt at royna seg sum leikandi hjálparvenjari.




