Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

HB var mest óheppið við kappingarskránni

Jákup Ósá

Vit hava hugt eftir, hvussu liðini kunnu vera nøgd við kappingarskránna í 2017.

Vit hava hugt eftir, hvussu liðini kunnu vera nøgd við kappingarskránna í 2017.

Og eingin ivi er um, at tað er HB, ið stingur seg burturúr sum liðið, ið var mest óheppið. HB tapti lutakastið um 14. heimadystin, og tá hetta samstundis er eitt ár, har HB eigur tveir heimadystir móti B36, so kemur tað ítróttarliga at síggja truplari út enn hjá hinum. Fíggjarliga er tað uttan iva gott at fáa tveir heimadystir móti B36, men ítróttarliga er eingin munur á at spæla úti ella heima í grannauppgerðini. Tí eru tað bara trý feløg, sum í veruleikanum skulu spæla tveir útidystir móti HB, og tey eru Víkingur, TB og 07Vestur.

Í innslagnum hjá FSF Varpinum niðanfyri er eitt mistak í, tí har stendur, at TB bara hevur ein heimadyst móti B36, men tað kann ikki vera rætt, tá TB vann lutakastið móti júst B36.

Víkingur tveir heimadystir móti: KÍ, B36, TB, Skála, 07Vestur

KÍ tveir heimadystir móti: NSÍ, HB, ÍF, EB/Streymur

NSÍ tveir heimadystir móti: Víkingur, HB, Skála, EB/Streymur

B36 tveir heimadystir móti: KÍ, NSÍ, ÍF, 07Vestur

HB tveir heimadystir móti: Víkingur, B36, TB, 07Vestur

ÍF tveir heimadystir móti: Víkingur, NSÍ, HB, EB/Streymur, 07Vestur

TB tveir heimadystir móti: KÍ, NSÍ, B36, ÍF, Skála

Skála tveir heimadystir móti: KÍ, B36, HB, ÍF, EB/Streymur

EB/Streymur tveir heimadystir móti: Víkingur, B36, HB, TB, 07Vestur

07Vestur tveir heimadystir móti: KÍ, NSÍ, TB, Skála

Harleyfacadeacryl