Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

HB vendi 0-2 til 4-2

Jákup Ósá

Verjuparturin hjá Víkingi skrædnaði sundur, tá Atli Gregersen fór út.

Tá Atli Gregersen fór út í hálvleikinum, so skrædnaði í verjupartinum hjá Víkingi, sum lat fýra mál í seinna hálvleiki.

Í morgun spældu HB og Víkingur ein venjingardyst í Gundadali. Og hóast umstøðurnar við kulda og kava ikki vóru tær bestu, so sóu vit ein fínan venjingardyst til tíðir. Liðini áttu hvør sín hálvleik. Víkingur kom á odda 2-0, sum var hálvleiksstøðan. Í hálvleikinum fór liðskiparin hjá Víkingi og stýrimaðurin í verjuni, Atli Gregersen, út og um tað var hetta, sum var avgerandi skal vera ósagt, men undir øllum umstøðum var verjan hjá Víkingi um ein háls allan seinna hálvleik, tá HB spældi væl. HB skoraði fýra ferðir og vann 4-2.

 

Stankov, Adrian og Ari

Í dystinum millum HB og Víking so kundu vit síggja, at HB hevur spennandi álopspart í ár, um tað vera hesir, sum koma at manna hann. Aleksandar Stankov er í einum klassa fyri seg og skapar nógv fyri bæði seg sjálvan og aðrar. Afturat honum vóru tveir ungir HB leikarar, sum í fjør eisini partvís spældu væl og sum tykjast hava lagt enn meir uppá sítt spæl. Tað vóru Adrian Justinussen og Ari M. Olsen. Báðir vóru við í fleiri málum og tóktust vandamiklir.

 

HB-Víkingur 4-2 (0-2)

0-1: Andreas L. Olsen (Upplegg: Elias Lervig)

0-2: Sølvi Vatnhamar (Upplegg: Andreas L. Olsen)

1-2: Ari M. Olsen (Upplegg: Adrian Justinussen)

2-2: Dan í Soylu (Upplegg: Aleksandar Stankov)

3-2: Bartal Wardum (Upplegg: Adrian Justinussen)

4-2: Adrian Justinussen (Upplegg: Ari M. Olsen)

 

HB byrjaði við hesum liðnum (4-4-2): Teitur M. Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Bartal Wardum, Hjalti Djurhuus, Dan í Soylu – Aron Clementsen, Tróndur Jensen, Adrian Justinussen, Heri Mohr – John Frederiksen, Aleksandar Stankov. Seinnu komu hesir inn: Jógvan S. Nolsøe, Magnus Egilsson, Ari M. Olsen, Niklas Kruse og Pætur Ejdesgaard.

Víkingur byrjaði við hesum liðnum (3-5-2): Elias Rasmussen – Gunnar Vatnhamar, Atli Gregersen, Hjalti Strømsten – Elias Lervig, Hans Jørgen Djurhuus, Heðin Hansen, Sølvi Vatnhamar, Hanus Jacobsen – Hans Jákup Lervig, Andreas L. Olsen. Seinni komu hesir inn: Poul Enok Hansen, Tonni Thomsen, Adeshina Lawal og Petur Petersen.