Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

HB vildi tað meira og vann uppiborið

Jákup Ósá

(Dystarfrásøgn) Nógvir í KÍ hópinum taptu fyri fyrstu ferð ein dyst á antin Norðoyastevnu og Summar Festivali, sum var afturi í 2014. KÍ spældi ein av sínum vánaligastu dystum í ár og tapti uppiborið móti einum sera grammum og væl uppløgdum HB liði, ið vóru væl stuðlaðir av sínum áskoðarum.

Ein sera stór áskoðarafjøld var møtt upp í góðveðrinum í Klaksvík. Bæði liðini byrjaðu í áleið uppstillingini, sum væntað var. Hjá KÍ var Hørður H. Askham fluttur aftur í miðverjuna, meðan Steinbjørn Olsen var á miðvøllinum. Hjá HB byrjaði Ari M. Olsen í álopinum.

 

 

KÍ møtti ikki upp til ársins dyst

Hetta var ársins størsti dystur í landskappingini og óvanliga stór áskoðarafjøld. Men hóast frálíku karmarnar, so ”møtti” KÍ liðið ikki upp fyrr enn alt ov seint var. HB liðið trýsti frá byrjan og fekk KÍ liðið at gera eina røð av mistøkum. Ari M. Olsen hevði ein góðan møguleika beinanvegin, meðan Boris Dosljak løtu seinni hevði bóltin í málinum, men rangstøða var bríkslað. Adrian Justinussen skeyt eitt fríspark sum Kristian hevði tamarhald á, meðan Steinbjørn Olsen skeyt viðsíðuna av úr góðari støðu. Hóast HB stýrdi øllum fyrra hálvleiki, so komu liðini til áleið eins nógvar málmøguleikar.

 

 

KÍ vaknaði tá dysturin næstan var liðugur

Gongdin í seinna hálvleiki var tann sama. HB trýsti høgt uppi, og KÍ fekk einki at rigga. Í 55. minutti gav HB yvirvágin úrslit, tá Ari M. Olsen skoraði til 1-0 eftir trunkaspæl í KÍ brotsteiginum. Næstu løtuna fingu liðini fleiri málmøguleikar, men Páll A. Klettskarð, Tróndur Jensen og Jógvan Rói Davidsen fingu ikki mál. KÍ liðið vaknaði móti endanum, tá eini 85 minuttir vóru leiktir og fekk tá fleiri stórar málmøguleikar. Jóannes Bjartalíð skeyt fríspark á stongina og bæði Páll A. Klettskarð og Semir Hadzibulic fingu stórar møguleikar at javna, men raktu ikki málið.

 

Uppiborin sigur til HB

Hyggja vit allan dystin ígjøgnum, so høvdu liðini nærum eins nógvar málmøguleikar. Men leikliga var HB omaná størsta partin av dystinum og vóru eitt mál effektivari. Vóru grammari og gjørdu færri mistøk, men teir flestu á KÍ liðnum spældu sín vánaligasta dyst í longri tíð. Sum heild spældi alt KÍ liðið væl undir vanligt støði, men tað skyldast kanska eisini einum væl uppløgdum HB liði. Uttanfyri vøllin smittaði stríðsviljin hjá teimum reyð/svørtu av, tí hóast teir vóru klárt í undirtal, so vóru tað HB áskoðararnir, sum nærum allan dystin vunnu slagið uttanfyri vøllin. Sá tað út sum at KÍ vóru menn og HB vóru dreingir í 1. umfarinum, tá KÍ vann 3-0, so var støðan tann øvugta í dag, har tað sá út sum at HB vóru menn og KÍ dreingir. Hjá HB vóru leikarar sum Bartal Wardum, Lasse Andersen og Binni Hløðversson ikki við í 1. umfarinum, og teir vóru allir sera eyðsýndir í dag. Hjá KÍ var hetta fyrstu ferð hjá bæði venjara og fleiri leikarum, at teir taptu ein dyst á Norðoyastevnu ella Summar Festivali. HB vann seg við sigrinum fimm stig framum KÍ og skulu vit meta útfrá bæði dagsins dysti og stigatalvuni, so bendur nógv á, at HB vinnur FM í 2018, tí HB í løtuni og yvir alt kappingarárið hevur havt størri dygdir enn KÍ og liggur samstundis langt frammanfyri øll hini liðini. Hjá KÍ er ikki tíð at hanga við høvdinum, tí longu hóskvøldið er hitt havnarliðið á skránni í truplum útidysti.