Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

HB vitjar í Klaksvík leygardagin

Jákup Ósá

Í morgin fáa vit ein forsmakk uppá fyrsta umfar í landskappingini, tá somu lið bresta saman.

KÍ og HB hava spælt ein venjingardyst fyrr í ár, tá KÍ vann 3-0 í Gundadali. Tann dagin manglaði HB báðar sínar útlendsku álopsleikarar, Aleksandar Stankov og Sebastian Pingel, eins og nýggi íslendski leikarin heldur ikki var við. KÍ manglaði somuleiðis nakrar leikarar, og tað eyðkennir flestu venjingardystirnir, at flestu liðini sum oftast mangla fleiri av leikarunum, sum kunnu roknast at byrja inni, tá landskappingin fer í gongd.

Um ein góðan mánaða fer landskappingin í gongd og í fyrsta umfarinum vera tað júst HB og KÍ sum bresta saman í tí, sum er stóri dysturin í fyrsta umfarinum í ár. 

Dysturin við Djúpumýru byrjar leygardagin kl. 12.00.