Formaðurin í sokallaðu Stjórnaskipanarnevndini hevur sent løgmanni skriv har hann harmast um at nevndin ikki megnar at skriva álit, soleiðis at løgtingið kann taka støðu til málið.
Stjórnarskipanarmálið fellur burtur á Ólavsøku. Tað er greitt eftir at Heðin Mortensen, sum er formaður í serligu stjórnarskipanarnevndini, hevur sent løgmanni bræv har hann ger greitt at einki álit verður skrivað áðrenn Ólavsøku
Heðin Mortensen heitur á løgmann, um at umhugsa at leggja málið fram aftur aftan á Ólavsøku.



