Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hedvig nýggjur aðalskrivari í Barnabata

Tíðindaskriv

Hedvig Johansdóttir Høgnesen er sett í starv sum aðalskrivari í Barnabata og tekur við starvinum 1.mars 2025.

 

Hedvig er útbúgvin námsfrøðingur og cand.pæd.psyk og er við at enda sín magistara lestur innan trivnað- og tilfeingissálarfrøði. Seinastu 15 árini hevur hon starvast á Dugna, fyrst sum deildarleiðari og síðani sum stjóri, seinastu 10 árini.

Við hennara drúgvu arbeiðsroyndum og persónligu dygdum, er hon rætti persónur at víðarimenna Barnabata. Vit gleða okkum til eitt gott og spennandi samstarv, Barnabata at frama.