Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Heiðrikur á Heygum í Gamla Seglhúsinum

Jóhann Lützen

So er tað í dag at Heiðrikur á Heygum sýnir fram listaverk síni í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík

 

Listaframsýningin hevur heitið, “hvøreriegnú?”. Framsýningin fevnir um 12 akvarellmálningar, sum hvør í sínum lagi lýsa menniskjalikamið í ymiskum dekonstruktueraðum støðum.

Framsýningin snýr seg um evnið umskapan, har Heiðrikur hugleiðir um ferðina frá onkrum gomlum til nakað nýtt. Í listaverkum sínum á framsýningini, hugleiðir Heiðrikur um endurskapan, endurføðing, samleika og grøðing. – Fyri at byrja av nýggjum, má ein bróta sundur.

Fernisering verður í dag klokkan 16:00

Hjartaliga vælkomin.