Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Heiðrikur vann alt

Birgir Kruse

Á føroyska filmskvøldinum í Norðurlandahúsinum í kvøld vann Heiðrikur á Heygum (f. 1983) bæði Geytan og Áskoðaravirðislønina. Myndina omanfyri tók eg í Norðurlandahúsinum á Geytakvøldinum í fjør. Fyrra virðislønin er 25.000 krónur, umframt tiltiknu Geytastandmyndina, sum Astrid Andreasen og sonurin David Geyti hava gjørt, og sum Norðurlandahúsið letur.

Seinna virðislønin er 15.000 krónur, sum Tórshavnar kommuna letur. Helena Dam á Neystabø, ið er forkvinna í Mentanarnevndini, handaði Áskoðaravirðislønina, og mær fall í lut at handa Geytan. Og onkuntíð kann tað blív ov nógv at hava sæð besta føroyska film og beint aftaná grundgeva fyri upplivingini hjá allari dómsnevndini framman fyri fullsettum sali. Men Marjun Niclasen kom mær til hjálpar, og verturin Finnur Koba varð klárur at lofta mær, um eg fór um koll undir lovprísandi upplestrinum frá samdu dómsnevndini. Hetta var teksturin, sum eg stamaði meg í gjøgnum: