Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Heiðursframsýning fyri Astrid Andreasen

Tíðindaskriv

Astrid Andreasen, listakvinna, fyllir 70 ár 31. juli 2018. Í hesum sambandi verður stór heiðursframsýning í Müllers Pakkhúsi frá 4. august – 19. august 2018.

Stigtakarar og samskiparar eru Jórunn Dánialsdóttir og Jóan Pauli Poulsen.

Astrid er føroysk listakvinna, ið er fødd og uppvaksin í Vestmanna. Hon hevur arbeitt og arbeiðir við list í breiðum týdningi. Hon hevur gjørt eina røð av listaverkum og hennara list prýðir nógvar stovnar og fyritøkur í Føroyum. Eisini hevur hon gjørt nógv frímerkir og nógvar tekningar av livandi verum, sum finnast í Føroyum, fuglar, fiskar, tara osfr. Sí ein lista yvir hennara listaverk her.

 

Astrid arbeiðir við

Tekstil – herundir áseyming, binding, hekling, baldýring, veving
Vatnlitum/akryl
Blýantstekningum – herundir vísindaligum illustratiónum
Metal
Klip
Steinprent
 

Astrid er gift við Bjørka Geyti. Tey hava tvey børn og 5 ommu- og abbabørn.

Ein síða er upprættað á Facebook, í sambandi við framsýningina: https://www.facebook.com/andreasenastrid/

Á hesari síðu, ber til at lesa meiri um framsýningina. Eitt nú verða myndir og videoklip lagt út her, fram til sýningin opnar.