Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Heilsan hjá monnum undir luppin

Eldraráðið í Norðoyggjum

Jóhan Poulsen , sum er ábyrgdarhavandi Urologur í Føroyum ,og yvirlækni í urologisk deild í Aalborg og Consultant Urologisk Kings College Hospital í London, hevur fyrilestur í Klaksvík týskvøldi 23 mai kl. 19.30

Jóhan Poulsen, sum er ábyrgdarhavandi Urologur í Føroyum og yvirlækni í urologisk deild í Aalborg og Consultant Urologisk Kings College Hospital í London, hevur fyrilestur í Klaksvík týskvøldi 23 mai kl. 19.30

Fyrilesturin verður um heilsuna hjá monnum, og um hví menn liva styttri enn kvinnur. Og um hví menn fáa sukursjúku oftari enn kvinnur, við øllum fylgisjúkum. Hann kemur eisini eitt sindur inn á Prostatakrabba.

Fyrilesturin verður í Skálanum tann 23 mai kl. 19.30

Spurningar eru sjálvandi vælkomnir, bæði undir fyrilestrinum og aftaná, tá boðið verður til ein góðan drekkamun og okkurt afturvið.

Tað er Eldraráðið í Norðoyggjum sum skipar fyri.

Øll eru hjartaliga væl komin til hesa áhugaverdu løtu.

Harleywoodpaint