Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Heilsucafé á Klaksvíkar Sjúkrahúsi

Tekst & Myndir: Dávur Winther

Í samband við Torradagarnar hevur øll árini verið fastur táttur, at Heilsucafé er á Klaksvíkar Sjúkrahúsi kl. 14:30 – beint eftir Torra-heilsurenningina – og so var aftur í ár.

Í samband við Torradagarnar hevur øll árini verið fastur táttur, at Heilsucafé er á Klaksvíkar Sjúkrahúsi kl. 14:30 – beint eftir Torra-heilsurenningina – og so var aftur í ár.

Nógv runnu og væl var møtt upp til mongu tiltøkini á Heilsucaféini

Karsten Hansen, landsstýrismaður í Heilsumálum setti Heilsucaféina og eisini Jógvan Skorheim, borgarstjóri helt røðu.

Samstundis sum høvi varð at máta blóðtrýstið, blóðsukrið, gera eina konditest og at máta BMI, var høvi at tekna seg sum blóðdonor og at bíleggja tíð til lungafunktiónskanning.

Eisini vóru fyrilestrar á skrá. Sigrun Heldarskarð, sjúkrarøktarfrøðingur helt fyrilestur um KOL, fyribyrging og viðgerð.

Hannilena Jacobsen, økonoma helt fyrilestur um “Tey 10 Kostráðini” og Kristianna Rein, formaður í Diabetesfelagnum greiddi frá um Diabetes risikotestina

Eitt av teimum spennandi innsløgunum á heilsucaféini er tað altíð so serliga prýðiliga, leskiliga og heilsugóða borðið við frukt, grønmeti og smoothie.

Niðanfyri verður røðan hjá borgarstjóranum endurgivin

Góðan dagin!

Takk fyri, at eg havi fingið høvi at verða við til at seta hesa Heilsucafé her á sjúkrahúsinum í Klaksvík

Tað eru skjótt liðin 120 ár, síðani fyrsta sjúkrahúsið varð bygt í Klaksvík. Hóast tað stundum hevur leikað hart á í kjakinum um, hvussu nógv sjúkrahús skulu verða í Føroyum, hava vit framvegis eitt virkið og væl rikið sjúkrahús her í Norðoyggjum. Tað fegnast vit stórliga um!

Hóast tíðir og samfelag eru broytt, er enn sum áður stórliga brúk fyri Klaksvíkar Sjúkrahúsi, og vit, sum búgva her í nærøkinum, kenna alt til tann tryggleika, sum hetta sjúkrahús gevur borgarum í Norðoyggjum og Eysturoynni.

Dugnaligu starvsfólkini her á sjúkrahúsinum eru fyrimyndarlig, líkamikið um tú kemur her í sjúkraørindum ella sum vitjandi. Tað kennist ein nærleiki og hjálpsemi at sveima yvir virkseminum her á sjúkrahúsinum og vit kenna alt til sjúklingar, sum tosa um vinarligu starvsfólkini og góðu hjálpina, tey hava fingið her.

Í dag lata tit dyrnar upp á víðan vegg til Heilsucafé, her tað ber til at fáa gjørt kanningar og fáa prát um heilsuviðurskifti. Hetta er eitt frálíkt átak, sum er við til at knýta borgarar og sjúkrahús tættari at hvørjum.

Tað er eisini eitt fyribyrgjandi element í hesum tiltaki, og tað er avgjørt nakað, vit áttu at gjørt enn meira við í føroyska heilsuverkinum.

Áhugin fyri heilsu er stórur í hesum døgum, og tað er frálíkt, at Klaksvíkar Sjúkrahús við hesari Heilsucafé er við til at geva fólki upplýsingar og góð ráð, sum kunnu verða við til at betra um lívsgóðskuna.

Eg fari at takka øllum tykkum, sum dagliga starvast her á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, fyri tað arbeiði, tit gera í okkara samfelag, og eg fari at ynskja tykkum alt tað besta við hesari Heilsucafé, tit hava her í dag.

Takk fyri!

Jógvan Skorheimborgarstjóri