Leygardagin kl. 15.00 verður stór heilsurenning í Klaksvík. Tað er Føroya Shell í Norðoyggjum, sum saman við rennifelagnum Treysti skipar fyri.
Áhugin fyri renning er nógv vaksin tey seinastu árini, og fyri hvørt ár sum gongur, sær man fleiri og fleiri sum renna og jogga. Hetta er bara gott, tí øll vita, hvussu umráðandi tað er at røra seg. Umframt at fáa fríska luft, so er tað gott fyri øll heilsutøl. Sjálvt um áhugin fyri renning er nógv vaksin, so eru tað fleiri, sum ikki fáa tikið seg saman, og tí halda fyrireikararnir tað verða eitt gott hugskot við hesum tiltaki.
Sum sagt, so er tað rennifelagið Treysti, sum kemur at samskipa tiltakið og útflýggja teir startnummur á startinum, sum er á økinum uttan fyri Shellstøðina. Runnið verður frá Shellstøðini og heimeftir Nólsoyar Pállsgøtu. Tá komið verður til rundkoyringina verður runnið niðan eftir Bøgøtu og runt Eiði. Síðani verður runnið norður eftir Heygavegnum og oman gjøgnum Fjósabrekku og norður aftur eftir Nólsoyar Pállsgøtu. Málið er á Shellstøðini. Av tí at tiltakið er ætlað øllum eisini teimum sum ikki eru von at renna, er teinurin einans 2,6. km tó verður eisini ein bólkur fyri rennarar sum eru vanir at renna. Hesir rennarar kunnu renna teinin tvær ferðir t.v.s. 4,5 km.
Samstundis sum hetta er ein heilsurenning, so verður tiltakið eisini skipa sum ein kapping, og tí verða luttakararnir bólkaðir soleiðis: Menn, kvinnur, dreingir sum eru føddir millum 93 og 98, gentur sum eru føddar millum 93 og 98. Dreingir sum eru føddir seinni enn 98 og gentur sum eru føddar seinni enn 98. Umframt hesar bólkar, so kunnu veteranar eisini melda seg til. Hetta eru tey sum eru fødd í 59 og áðrenn. Sum sagt, so verður eisini ein bólkur fyri rennarar, sum vilja royna teinin á 6 km.
Nummar 1, 2 og 3 í hvørjum bólki fáa heiðursmerkir og lutakast verður millum øll sum hava runnið, har vinningar eru gávukort frá Føroya Shell í Norðoyggjum. Á málinum bjóðar Shellstøðin kaffi. Tilmelding til tiltakið sum er ókeypis, kann gerast á Shellstøðini í seinasta lagi í morgin kl. 14.30.




