Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

– Heima er har, akkerið verður kastað

Jóhann Lützen, Myndir: Dávur Winther

Vit prenta flaggdagsrøðuna hjá David Im og hava eisini myndir frá tiltakinum í Vágstúni

 

Eg vænti, at tey flestu av okkum kenna hesa kensluna av endiliga at sleppa heim aftur, eftir at hava verið burturstødd í eitt tíðarskeið. Kenslan vaksur umborð á Atlantsflogi, tá tú hoyrir flogternurnar siga vælkendu orðini “Góðu ferðafólk, vælkomin heim” ella tá tú kemur úr Norðoyatunnlinum og sært húkin og Kunoyarfjall. Kenslurnar eru fleiri – lætti og gleði – sum leggur tú byrðarnar frá tær.

Eg eri rættiliga vísur í, at um eg spurdi teg, hvat orðið ‘heima’ merkir fyri teg, so hevði tú ikki ivast, men tú hevði svarað mær við tað sama.

Men fyri meg hevur orðið ‘heima’ ein annan týdning. Tað merkir nakað djypri, ið hevur broytt tilveruna hjá mær.

Tá eg var seks ára gamal, søgdu foreldur míni mær, at vit fóru at flyta úr Korea til Englands. Eg minnist væl, at eg gleddi meg at møta nýggjum og spennandi menniskjum við ljósum hári og bláum eygum just sum tey, eg hevði sæð í sjóvarpinum. Eg gleddi meg til, at vit nú fyri fyrstu ferð skuldu flyta í eini hús í Birmingham, heldur enn at búgva í einum høgum íbúðarbygningi mitt í milliónabýnum Seoul. Og eg kláraði næstan ikki at bíða, inntil eg slapp umborð á flogfarið og lendi í einum ókendum landi, har eg slapp at royna alt tað, eg ongantíð fyrr hevði roynt ella sæð.

Spenningurin minkaði tó skjótt. Eg dugdi ikki eitt orð av enskum tá, og eg fekk ikki tosað ella samskift við nakran. Eg kundi ikki bara fara út at spæla við vinirnar, sumeg gjørdi heima, men foreldrini máttu gera spæli-avtalur fyri meg. Tað regnaði næstan hvønn dag (tað kenna tit alt til, eg veit!), og hundalortur var alla staðni! Eg vamlaðist, kendi meg mótleysan og keddan. Eg vildi heim!

Sum árini gingu, var tað staðið eg kallaði ‘heima’ í Korea, ikki heima longur. Lívið gekk sína gongd. Fólk fluttu frá og onnur til. Nýggir bygningar vórðu bygdir. Nú føldi eg meg sum eitt fremmandafólk, og hendan kenslan fylgdi mær á lívsleið míni. Eg fluttu til Jemen í Miðeystri og síðani til Týsklands, har eg gekk á einum altjóða skúla, og tí ongantíð varð ein integreraður partur av nærumhvørvinum. Eg fylgdi enntá amerikanska dreyminum, tá eg flutti til Amerika, har eg tók útbúgving og búði í 10 ár. Tá hugsaði eg, at eg ein dag fór at halda amerikanska flagginum í hondini og kalla landið heim. Men nei. Heldur ikki har føldi eg, at eg hoyrdi til. Eg var eitt ferðafólk – altíð á ferð.

Inntil nú!

Eg eri heima. Og Merkið birtir í mær tjóðskaparkenslu, stoltleika, samleika og viðurkenning. Men tað súmboliserar eisini heimligu kensluna – sum akkerið, ið heldur mær har, eg eigi at vera.

Hvat er so broytt? Hvussu eri eg farin frá at kenna meg heimleysan eftir at hava búð í fimm ymiskum londum, til nú at kalla Føroyar mítt heimland?

Fakliga verður ‘heima’ definerað sum eitt varðandi stað, har tú býrt. Vit definera tað eisini útfrá staðfesting, geografi og enntá tíð, vit hava búð har. Men orðið heima kann eisini definerast meiri óítøkilit – uttanfyri hesi mátini.

Tí ‘heima’ er eisini ein kensla av at hoyra til. At hoyra til eina familju… at hoyra til ein vinabólk… at hoyra til eitt nærumhvørvi. Í Klaksvík eru mong slík dømi. Sum tá fólk í nærumhvørvinum tóku sær av hvørjum øðrum, tá fíggjarkreppan rakti hart í hálvfemsunum – ella tá fólk saman góvu kreativum hugskotum lív og úrslitið til dømis var Íverksetarahúsið og Summarfestivalurin – Ja, enntá so einfalt, sum tá KÍ spælir dyst, og nærum allir íbúgvarnir her savnast saman um eitt endamál.

Tað er torført at siga akkurát nær, tú kanst siga tær sjálvum, at nú hoyri eg til. At hetta er mítt heim. Eg minnist til dømis, tá eg just var fluttur til Føroya fyri góðum tíggju árum síðani, og fólk spurdu, hvar eg var frá. Tá eg svaraði, at eg var úr Korea, fekk eg altíð at vita, at tað var gott at fáa nýtt blóð til landið. Og eg minnist eisini, at eg skemtiliga fekk at vita, at nú var eg altso meiri lokalur enn tey lokalu, tá eg setti ferðina á bilinum niður ta einu ferðina, eg forvitnisliga koyrdi forbí eini hús, tí har hendi altso okkurt rættiliga interissant, sum eg líka mátti fáa við. Hetta vóru kompliment, men tey í sjálvum sær elvdu ikki til, at eg kendi meg heima.

Tí tann kenslan av at føla seg heima fyri meg er komin í smáu løtunum, har eg av familju, vinum og nærumhvørvinum havi verið góðtikin, sum tann, eg eri. Eg dugi illa at ímynda mær, hvat verforeldrini hjá mær hava hugsað, tá eg stóð í hurðini hjá teimum fyrstu ferð. Eitt fremmandafólk úr hinum endanum á jørðini, ið seinni giftist við dóttur teirra. Ella hvat tey hugsaðu, tá eg bankaði uppá í lokalu venjingarmiðstøðini her og spurdi, um eg kundi vera við í venjara-toyminum. Ella tá eg spurdi meg fyri í kommununi, tí eg hevði ein brennandi áhuga í integration og vildi gera eina lokala verkætlan. Men tá eg hugsi meg um, so hava hesar verið løturnar, tá eg, eitt fremmandafólk úr Fjareysturi, havi verið vælkomin her  í Norðuratlandshavinum.

Í mínum arbeiði innan integratión seinastu átta árini, havi eg fleiri ferðir upplivað, hvussu menniskju læra, skilja og góðtaka onnur, hóast munir í mentan og forðanir í samskifi. Ferð eftir ferð havi eg upplivað, at folk vilja læra. Fólk vilja skilja.

Hetta havi eg eisini upplivað seinasta lítla árið, vit í Føroyum hava tikið ímóti flóttafólki úr Ukraina. Menniskju, sum av nærumhvørvinum í Føroyum hava funnið friðskjól, stuðul og heimligu kensluna. Eg spurdi nøkur av flóttafólkunum herfyri til eitt tiltak, um tey kundu luta eina skemtiliga hending ella søgu sum fylgir við, tá tú flytir til eitt nýtt og ókent land. Jú gamaní høvdu summi av teimum okkurt stuttligt at fortelja, men í allarstørsta mun fortaldu tey um hetta at koma til eitt ókent land og verða móttikin við opnum ørmum – hóast tey eru fremmandafólk. Fyri tey fer Merkið altíð at vera heimið, tey flýggjaðu til, tá tey rýmdu undan kríggi og stríði.

 

 

Eg undrist á, um Emil Joensen, Janus Øssurson, Pauli Dahl og Jens Olivur Lisberg høvdu ímyndað sær, at okkara flagg, Merkið, fór at hava so fjølbroyttan týdning fyri so mong menniskju. At Merkið í dag ikki bert súmbuliserar frælsi, men eisini súmbuliserar friðskjól og vón. Ein ímynd fyri menniskju úr øllum heiminum. Hvør hevði dugað at ímyndað sær, tá merkið varð borðið fram av fyrstani tíð fyri fleiri enn 100 árum síðani, fyri at seta Føroyar á heimskortið, at heimurin í dag skuldi vera umboðaður beint her í Føroyum?

Og hyggja vit at søguni, síggja vit, at fólk altíð hava búsett seg her – munkar og víkingar eru komnir til Føroya. Í dag er tað attraktivt at búgva í Føroyum. Fólk leggjast til. Ungar familjur flyta heim aftur. Tilflytarar koma til landið at arbeiða og búgva. Og nú eru fleiri enn 54.000 fólk á hesum 18 stormbardu oyggjunum. Og her eru menniskju úr 110 ymiskum londum saman við okkum. Heimurin er her, og hesi menniskjuni, eins og tit, hyggja at Merkinum og kalla tað heim. Hetta er ikki sprottið úr framúr úrslitum ella altjóða sambondum, men hetta er sprottið úr løtum, har tey hava kent seg heima og vælkomin –  beint her ímillum okkum.

Í dag hátíðarhalda við Merkið saman – úr øllum heiminum. Vit kunnu við stoltleika ásanna, at menniskju úr Korea, Filipsoyggjunum, Indonesia, Amerika og fleiri øðrum londum kring heimin savnast saman við okkum her við Merkinum í hond og kalla hetta okkara heim. Okkara Føroyar.

Takk fyri!

 

 

 

 

 

Harleyfacadeacryl