Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Heimaáskoðararnir kunnu ávirka KÍ leikararnar

Jákup Ósá

(Vilnius) Tað heldur lokalur miðlamaður í Vilnius.

Justas Kontrimas er ”media manager” hjá fótbóltssambandinum í Litava, og hann var millum miðlafólkini á tíðindafundinum í kvøld. Hann segði m.a. við Norðlýsið, at skuldi KÍ hava góðan møguleika at koma víðari, so var týdningarmikið at fáa eina góða byrjan. Hann segði, at Zalgiris Vilnius hevur nógvar og mælskar áskoðarar, sum kunnu fara at skapa ein fíggindaligan stemning, sum kann hjálpa heimaliðnum.

 

Hann væntar, at KÍ fyrst og fremst skal hugsa um kontraálop, tí tað er trupult at leypa á eitt lið, sum hevur betri tekniskar leikarar, sum vit sóu í fyrra dystinum.