Eins og vit spáddu fyri tíð síðan sæst fram úr góði fiskiskapurin hjá heimaflotanum nú aftur í skattainntøkunum hjá Klaksvíkar Kommunu.
Skattainntøkan hjá Klaksvíkar Kommunu fyri desember 2018 (Íroknað partafelagsskatta afturberingina fyri 2017) var knappar 20 milliónir krónur. Hetta er met fyri ein einkultan mánaða.
Sama er galdandi fyri hinar báðar stóru kommunurnar í norðurøkinum. Skattainntøkan í Runavíkar Kommunu og Eysturkommunu setti eisini met fyri desember mánaða.



