Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Heimaflotin til viðgerðar á fiskivinnufundi

Tekst og myndir: Dávur Winther

Myndir frá Fiskivinnutinginum – Støðan hjá heimaflotanum verður umrødd á fiskivinnukjakinum á Torradøgunum í Klaksvík – beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum.

Kjakfundurin er skipaður í trimum umførum, har politikarar og vinnulívsfólk fyrst kjakast um støðuna í bólki-2 (trolarar), síðani bólki-3 (línuskip) og seinast bólki-4 (stórir útróðrarbátar).

Í hvørjum umfari verður komið inn á veiðigrundarlag og veiðimøguleikar, tað veri seg undir Føroyum ella í býti við onnur lond. Kjakast verður um lønsemi í vinnuni. Og eisini verður spurningurin reistur, hvørjar møguleikar flotin hevur at endurnýggja seg.

Politiska skipanin er umboðað soleiðis:

Árni Skaale, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, Fólkaflokkurin
Bárður Nielsen, Sambandsflokkurin
Aksel V. Johannesen, Javnaðarflokkurin
Høgni Hoydal, Tjóðveldi
Ruth Vang, Framsókn
Bill Justinussen, Miðflokkurin
Sámal Petur í Grund, Sjálvstýri

Vinnan er umboðað soleiðis:

Hanus Hansen, stjóri í JFK/Kósini og formaður í Reiðarafelagnum

Kristian Martin Petersen, skrivari í Felagnum Línuskip

Finnbjørn Vang, formaður í Meginfelag Útróðrarmanna

Fiskifrøðin er umboðað av Peturi Steingrund, fiskifrøðingi á Havstovuni

Áhoyrarar

Úr salinum kunnu áhoyrarar eisini seta spurningar – og tað kunnu hyggjarar heima í stovuni eisini, umvegis heimasíðuna hjá Kringvarpinum.

Fundurin er í nýggju Miðhøllini á Skúlatrøð í Klaksvík. Fundurin er almennur, og hann verður eisini sendur beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum.