Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Heimafriður biður um Jólafrið

Felagið Heimafriður

Nú minni enn tveir mánaðir eru eftir til jóla, heitir felagið Heimafriður á kommunur og reiðarí um at skipa so fyri, at jólafriður verður á jólum

Við hesum heitir Heimafriður á kommunurnar um at tryggja borgarum sínum jólafrið.

 

Í fjør og undanfarin ár hevur verið so nógvur gangur frá skipum í ávísum havnum, at fólk hava ikki fingið heimafrið á jólum. Undanfarin ár hava summi verið so sperd av ganginum, at tey hava verið noydd at flýggjað úr egnum heimi á jólum.

 

Felagið heitir tí staðiliga á kommunurnar, sum varða av havnunum, um saman við reiðaríunum at finna loysnir, ið tryggja fólki jólafrið.

 

Víst verður til halgidags. og umhvørvislógirnar.

 

Vegna felagið Heimafrið

 

Nevndin

 

Halgidagslógin: https://logir.fo/Anordning/441-af-21-11-1923-hvorved-Lov-nr-353-af-7-August-1922-om-den

 

Umhvørvisverndarlógin: https://logir.fo/Logtingslog/134-fra-29-10-1988-um-umhvorvisvernd-sum-seinast-broytt-vid-logtingslog-nr-128-fra-22