Vit vóna, at norðoyingar, og føroyingar annars, vilja stuðla nýggju nevndini og konseptinum á heimavirkinum, og leggja leiðina inn á gólvið. Vit liggja væl fyri í gamla handilsbygninginum hjá Kjølbro, viðsíðuna av bókasavninum.
Á eykaaðalfundi í Norðoya heimavirki 11. juli valdu Birna Jacobsen og Elsa Hansen, at takka fyri seg í nevndini. Vit vilja takka teimum fyri drúgva tænastu.
Tiltakslimirnir tóku við sessunum, og nýggja nevndin skipaði seg soleiðis:
Ásla Heinesen, forkvinna
Ester Áarskarð, næstforkvinna
Ása Johannesen, kassameistari
Anna Vang, nevndarlimur
Sunrid Áarskarð, nevndarlimur
Síðani aðalfundin í mars eru nógvar broytingar framdar á heimavirkinum. Hesa tíðina er handilin dagførdur nakað. Millum annað eru handilshølini broytt soleiðis, at heimavirkaða vøran fær størra plássið í handlinum.
Nevndin arbeiðir miðvíst við, at bara heimavirkað vøra verður seld í handlinum.
Norðanfyri og í Føroyum, sum heild, eru nógv dugnalig og kreativ fólk, ið kunnu fáa eina góða byrjan á sølu í heimavirkinum.
Vit hava fingið nógva nýggja lekra vøru, sum øll er heimavirkað, og vit vóna, at enn fleiri vilja selja sína vøru hjá okkum.
Umframt góðu klassisku skóleistarnar, hosurnar, vøttirnar, húgvurnar o.s.v. hevur heimavirkið eitt gott úrval av troyggjum, smúkkum, kortum, keramik, seymaðum- og filtaðum lutum. Harumframt leggja vit okkum eftir at hava nógv ymiskt til føroysku klæðini. Vit hava eisini eitt gott úrval av framúr gávulutum.
Vit vóna, at norðoyingar, og føroyingar annars, vilja stuðla nýggju nevndini og konseptinum á heimavirkinum, og leggja leiðina inn á gólvið. Vit liggja væl fyri í gamla handilsbygninginum hjá Kjølbro, viðsíðuna av bókasavninum.
Tit finna okkum eisini á facebook og instagram.
Vinarliga
Nevndin í Norðoya Heimavirki



